Fótbóltur
B68 vann sannførandi 4-1 sigur, og toftamenn stevna beint ímóti bestu deildini. Brúðgommurin syrgdi sjálvur fyri fyrsta málinum við brotssparki.
LÍF var væl við fyrstu løtuna, og ta eina ferðina bjargaði Gunnar á Steig væl, tá ið Jón Eliasen royndi seg.
B68 hevði mesta partin av 1. hálvleiki greiða yvirvág, men teir fingu einki mál afturat í hesum umfarinum.
Leirvíkingar vóru ikki væl nøgdir, og kanska høvdu teir ikki fokus á rætta staðnum. Sigfríður Olsen sá reytt, men kortini eydnaðist tað Adriani Joensen eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar at javna.
Eftir steðgin skoraði B68 trý mál. Alexandro Casthilio eftir frísparksinnlegg úr høgru og út frá, Jann Ingi Petersen við beinleiðis hornasparki úr vinstru, og fram ímóti dystarenda aftur Alexandro Casthilio.
Hetta var triðja tapið upp í slag hjá LÍF, sum í løtuni tykist langt frá málinum, ið er Formula deildin.
Fakta
B68-LÍF 4-1 (1-1)
1-0: Øssur Hansen br. 11.
1-1: Adrian Joensen 45.
2-1: Alexandro Casthilio 58.
3-1: Jann Ingi Petersen 62.
4-1: Alexandro Casthilio
Reytt kort: Sigfríður Olsen 34.