Trivaligur sigur til meistararnar

Leingi var munurin ikki so stórur, men tá ið Ransin Djurhuus hevði bríkslað fyri síðstu ferð høvdu meistararnir vunnið stórsigur á heimavølli ímóti B68.

Levi Hanssen skoraði fyrsta málið, tá ið eitt korter var farið.

Tjúgu minuttir fyri leiklok økti Arnbjørn Hansen til 2-0. Hann stútaði bóltin í málið, eftir at Santos, sum í dag var vongverji í høgru, hevði lagt horna innfyri.

Í síðstu løtu staðfesti Leif Niclasen trivaliga sigurin. Hann sneiddi fleiri av sær, áðrenn hann úr 20 metrum sendi bóltin framvið Vlada Filipovic, sum annars var sannur brandur í B68 málinum.