Trivaligur sigur til HB

Fótbóltur

2. deild menn:

HB?GÍ 3?0 (2?0)


Nógvu leikbannini í 1. deild hjá gøtumonnum kendust aftur í manningini í 2. deild, tá GÍ fríggjakvøldið var í Gundadali, men treyðugt so, av tí at fríggjadagur og sunnudagur eru hvør sín leikdagur, so bar tað til hjá teimum, sum skuldu vera eykamann í 1. deild, at spæla við fríggjakvøldið. At teir ikki høvdu tað nógva fólkið at taka av sást aftur í, at Hans Mourits Foldbo setti seg sjálvan á vøllin, tá eitt korter var eftir at spæla.

HB hevði umleið somu manningina, sum teir hava havt flestu dystirnar eftir summarsteðgin, burtursæð frá at málverjin Kristin Jensen ikki var við. Í staðin vardi verjuspælarin Bernhard Petersen málið, og hann megnaði at bjarga ta einu ferðina, tá GÍ var ígjøgnum.

Heimaliðið hevði bóltin mesta partin av tíðini, og tað høvdu gøtumenninir, sum lógu aftarlaga og vardu og bíðaðu eftir møguleikanum fyri snarálopi, einki ímóti.

HB vann 3?0, og Eyðstein Simonsen, sum er toppskjútti hjá HB í 2. deild, hevði høvuðsleiklutin í øllum málunum. Tey bæði fyrru skoraði hann seint í 1. hálvleiki, og tá Jákup Lamhauge í 2. hálvleiki staðfesti sigurin, var tað eftir, at langskot hjá Eyðsteini Simonsen hevði tikið tvørtræið.

Setningurin hjá gøtumonnum eftir summarfrítíðina var at lyfta liðið av aftasta plássinum og tryggja tí framhaldandi tilveru í næstbestu deildini, og tað høvdu teir megnað væl og virðiliga tey fýra umførini undan havnarferðini. Í teimum dystunum fekk GÍ tíggju stig, og harvið eiga teir framhaldandi rætt til luttøku í næstbestu deildini. Í sær sjálvum er tað eitt bragd av fótbóltinum í so lítlum staði.