Dysturin við Margáir, sum var útsettur frá sunnudegnum, gjørdist ongantíð spennandi, tí til tað var alt ov nógvur munur á liðunum. EB/Streymur hevði rímiliga frítt spæl, meðan B71 lítið og einki formáddi sær, og at tað so endaði 5-1 til heimaliðið, var neyvan stórt øðrvísi, enn flestøll mundu vænta.
Fyri heimaliðið merkti sigurin, at EB/Streymur er komin upp á fjórða pláss, bara eitt stig aftan fyri NSÍ á triðja plássi. Samstundis er B71 framvegis botnlið við trimum stigum, men eini syndarligari málúrtøku, ið sigur 6-37…
Longu í hálvleikinum var 3-0, og EB/Streymur hevði fyrstu trý korterini fleiri aðrar møguleikar at gera mál. B71 minkaði stutt eftir steðgin, men beinanvegin svaraði EB/Streymur aftur við tveimum málum, og so fór tað síðsta av luft úr hesum dystinum.
Tað gekk ein løta, áðrenn EB/Streymur kom í gongd, men undan fyrsta málinum, sum Leif Niclasen skjeyt eftir fínt uppspæl, hevði ferðslan í Streymnesi verið einvegis. Síðani slapp Bárður Olsen at økja um leiðsluna, eftir at Hans Pauli Samuelsen snilt hevði spælt hann leysan við frísparksinnleggi, og ungi Arnar Dam stóð fyri triðja málinum nakað undan steðginum.
Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist B71-liðformanninum, Allan Tungá, at minka um munin eftir horna, men síðani fór Hans Pauli Samuelsen av álvara í gongd, tá hann fyrst legði upp til 4-1, sum Egil á Bø skjeyt, og síðani sneiddi fleiri mótstøðumenn av sær, áðrenn uttan fyri brotsteigin smekkaði til og staðfesti greiða sigurin hjá sundalagsmonnum.










