Trivaligur sigur á Írlandi

Føroyska manslandsliðið í flogbólti vann fyrr í kvøld fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Luksemborg.

Føroyar spældu móti Írlandi og vunnu dystin við trimum settum móti ongum. Settúrslitini vóru 25-21, 25-20 og 25-23

Tað sást í byrjanini, at hetta er fyrsti veruligi dysturin, sum liðið spælir. Byrjanin var stirvin við nógvu føroyskum mistøkum, sum høvdu við sær, at Írland eitt skifti var á odda 14-10. Men so fótaðu okkara sær og vendu gongdini. Løtu seinni høvdu teir vunnið fyrsta sett 25-21.

Gongdin í øðrum setti var tann sama sum í fyrsta setti, men hesaferð fótaðu føroyingar sær tó fyrri. Teir fóru frá írum og vunnu annað sett 25-20. Triðja sett var javnari og meira spennandi. Írar vistu, at teir máttu vinna settið fyri at halda lív í vónini um sigur. Men okkara kláraðu at halda írar aftanfyri seg og vinna 25-23.

Samanumtikið var sigurin uppiborin. Føroyska liðið var javnt betri enn tað írska, og hevði tí fleiri streingir at spæla uppá. Álopið riggaði til tíðir heilt væl, og tað gjørdi verjan eisini. Bæði blokadan og verjan aftan fyri blokaduna. Menn stríddust eisini væl, og tí vóru teir øgiliga fegnir, tá sigurin var komin til høldar.

Teir, sum byrjaðu dystin í dag vóru Gunnar Justinussen og Bjarni Larsen á kantunum, Suni Juul Pedersen og Trygvi Hansen á miðjuni, Thorvald Danielsen sum hevari og Jón Joensen á diagonalinum og Jóhan Petur á Stongum sum libero. Fróði Bærensen og Jón Syderbø komu inn sum dysturin leið.

Fyri Trygva Hansen og Fróða Bærendsen var dagurin serligur, tí hetta var fyrsti A-landsdystur hjá teimum báðum.

Í morgin spæla Føroyar tveir dystir. Klokkan 11 móti Luksemborg og klokkan 17 móti Norðurírlandi. Seinasti dysturin á ferðini verður spældur sunnudagin klokkan 11 móti Skotlandi. Tað er lítið at ivast í, at mótstøðan í teimum dystunum verður harðari enn í dag, men leikararnir vfara at gera alt fyri at vinna í morgin eisini.

kelda: www.fbf.fo