Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í fótbólti vóru sunnudagin. KÍ, sum var næstovast, og HB, sum var triði ovast, hittust í Klaksvík, og har var eingin ivi. KÍ vann tryggan 4-0 sigur, og harvið er tað rættuliga sannlíkt, at stríðið um FM verður kapping millum EBS/Skála og KÍ, sum við sigrinum lyfti seg upp um EBS/Skála, ið hevði frí í hesum umfarinum.
Báðar grannauppgerðirnar vóru tættar. Á Argjum vann B36 1-0 á AB, og í Fuglafirði vann ÍF 1-0 á Víkingi.
Um eina viku verður aftur spælt, og tá fær EBS/Skála møguleika at leggja seg aftur á ovasta plássið. Tá hevur KÍ frí, meðan EBS/Skála skal spæla á útivølli ímóti Víkingi.
1.deild kvinnur
KÍ-HB 4-0 (1-0)
1-0: Eyðvør Klakstein 14.
2-0: Sigrid Jacobsen 51.
3-0: Rannvá B. Andreasen 71.
4-0: Eyðvør Klakstein 77.
ÍF-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Elsa Sevdal 46.
AB-B36 0-1 (0-1)
0-1: Elsa Anna Mohr 29.
hagtøl: www: faroesoccer.com
Støðan
KÍ 25
EBS/Skála 24
HB 16
B36 14
ÍF 13
Víkingur 4
AB 1
KÍ, Víkingur og AB hava spælt 10 dystir, og EBS/Skála, HB, B36 og ÍF hava spælt 9 dystir.
23. juni
B36-ÍF
Víkingur-EBS/Skála
HB-AB










