Trivaligir sigrar í viðførinum

Felags fyri toppliðini bæði er, at tey síðsta vikuskifti vunnu sannførandi sigrar Seinnapartin verður farið undir 9. umfar í landskappingini. Fýra dystir eru á skránni ídag, og tá ið grannauppgerðin í Sarpugerði millum Víking og ÍF verður liðug í annaðkvøld hava øll liðini eina ferð dystast ímóti hvørjum øðrum. Tá verður ein triðingur av hesum kappingarárinum liðugt spældur.

Toppuppgerðin hesa ferð er við Løkin í Runavík, har NSÍ, sum er næstfremst, fær vitjan av B36, sum er eitt stig frammanfyri mótstøðuliðið hesa ferð. Annað av hesum báðum ella Víkingur, ið hevur sama stigatal sum NSÍ, verður oddalið eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum.

Felags fyri tey bæði liðini, sum í dag hittast í Runavík, er, at tey fyri viku síðani vunnu trivaligar og sannførandi sigrar. NSÍ vann 6-1 á Sandi, og B36 eyðmýkti HB við 4-1 sigri.

Bæði liðini eru manningarliga væl fyri.

Merkisvert var tað, at Magnus Olsen hjá NSÍ síðst hevði vunnið sær miðvallarplássið, sum Abdul Razak Ismail annars hevur átt. Razak var á beinkinum alla tíðina á Sandi. Hann hevur annars verið millum teir fyrstu ellivu higartil í ár.

Hjá B36 er liðformaðurin, Klæmint Matras, tøkur aftur. Hann var leikbannaður ímóti HB, tí hann á Toftum tvær ferðir sá gult og harvið varð rikin av vølli.

Dysturin við Margáir millum EB/Streym og B71 er útsettur.

Í Gundadali fær HB vitjan av KÍ. Søguríku feløgini eru bæði særd. HB hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar, og KÍ hevur einki stig fingið burturúr fýra teimum seinastu umførunum.

07 Vestur fær vitjan av B68. Bæði liðini hava átta stig. Eftir 9-0 tapið í Runavík hava vágamenn fingið fulla úrtøku burturúr tveimum dystum, og teir hava við sigri í dag møguleika at lyfta seg burtur frá botninum. B68 hevur burturúr tveimum teimum seinastu umførunum vunnið fýra stig.

 

Støðan

B36 18

NSÍ 17

Víkingur 17

EB/Streymur 13

KÍ 10

HB 10

B68 8

ÍF 8

07 Vestur 8

B71 3

 

EB/Streymur-B71: Alex Troleis (útsettur)

HB-KÍ: Petur Reinert

07 Vestur-B68: Eiler Rasmussen

NSÍ-B36: Ransin N. Djurhuus

Víkingur-ÍF: Rúni Gaardbo (mánakvøldið)