Trivaligar stjóralønir

»Øll menniskju eru líka, men summi eru meira líka, enn onn­ur.« Soleiðis segði George Or­well gamli í gitnu bókini The Ani­mal Farm.

Og rætt hevur hann. Um vit hyggja á topplistan yvir lønir á www.vinnuvitan.biz, so síggja vit, at als eingin samanhangur er mill­um ársúrslit hjá parta­fel­øg­u­num - og lønina, sum stjór­ar­nir fáa.

Listin niðanfyri er tikin úr skip­anini hjá vinnuvitan.biz, og tølini eru fyri 2009. Allir rokn­skap­ir­nir eru ikki komn­ir í skipanina, so listin kann broytast. Vert er eisini at hava í huga, at í summum parta­fel­øg­um eru tveir stjórar.

Upphæddir eru í 1000 kr.
Nr. Felag Stjóraløn Ársúrslit
1 BankNordik P/f 5.105 110.663.000 kr
2 Eik Banki P/f 4.446 -297.321.000 kr
3 Atlantic Petroleum P/f 3.347 -42.072.000 kr
4 Smyril-Line P/f 3.011 15.827.000 kr
5 Nema P/f 2.532 -11.527.000 kr
6 Havsbrún P/f 2.502 52.282.000 kr
7 Atlantic Airways,P/f     2.257 -6.611.000 kr
8 Magn P/f 2.121 8,769.000 kr
9 Norðoya Sparikassi      2.097 -37.986.000 kr
10 Bygma Balslevs 1.733 2.953.000 kr
11 Effo P/f 1.718 14.548.000 kr
12 S.M.S. P/f 1.679 10.000 kr
13 Mest P/f 1.608 -3.982.000 kr
14 Postverk Føroya P/f 1.511 -8.017.000 kr
15 Trygd Tryggingarfelag P/f 1.500 24.008.000 kr
16 Dimmalætting P/f 1.488 -1.888.000 kr
17 Formula.fo P/f 1.473 -2.534.000 kr
18 Føroya Lívstrygging P/f 1.348 15.286.000 kr
19 Tryggingarfelagið Føroyar P/f 1.297 93.950.000 kr
20 KJ Hydraulik P/f 1.274 -2.014.000 kr
21 Telefonverkið P/f 1.249 -35.064.000 kr
22 Fiskaheilsutænastan Sp/f 1.190 203.000 kr
23 Petur Larsen P/f í samanl. 1.133 1.523.000 kr
24 Vónin P/f 1.051 3.902.000 kr
25 Skipafelagið Føroyar P/f 1.020 -43.163.000 kr