Neyðugt er hjá fyritøkum at gera okkurt serligt burturúr, um fólk skulu leggja merki til júst teirra vøru í meldrinum av marknaðarføring undan jólum. Hetta hevur marknaðardeildin hjá heilsøluni, Damfar, sum vit síggja, ásannað.
Týsmorgunin var hesin snotuligi, gamli, men dygdargóði enski bilurin at síggja í Miklagarði í SMS saman við væl kenda, og dygdargóða enska te slagnum, ThyPhoo.
Hendan serliga marknaðarføringin hjá Damfar sýnist at eydnast væl. Sum Sosialurin skilir, er áhugin fyri hesum sera snotuliga bili ógvuliga stórur, og meðan fólk eygleiða enska ellisakfarið, sleppa tey ikki undan at fáa eygað á enska teið.
Damfar hevur leigað tann 30 ára gamla Triumph Spitfire frá MRK 3 frá blaðstjóranum á Sosialinum, Eiriki Lindenskov. Ætlanin er, at bilurin skal verða standandi í Miklagarði til einaferð eftir nýggjár.