Kendu ensku Triumph motorsúkklurnar hava nú fingið umboð í Føroyum. Fyrr í vikuni var svenski Niclas Persson frá Triumph Motorcycles AB í Føroyum og gjørdi sáttmála við MC-Søluna í Havn um at umboða Triumph motorsúkklurnar her. Høvuðssætið hjá Triumph fyri Skandinavia er í Svøríki.
Triumph motorsúkklurnar eru ikki ókendar í Føroyum. Tær hava verið umboðaðar av t.d. Gunnari Hansen, ið eisini seldi DKW, NSU og Mercedes, og av Charles Mauritzen, sum seldi Austin bilarnar. Hetta hevur verið í 50- og 60-unum.
Triumph er ein av elstu motorsúkkluverksmiðjunum í heiminum. Verksmiðjan var stovnað sum súkkluverksmiðja í 1884, og framleiðslan av motorsúkklum byrjaði í 1902.










