Manningin umborð á danska verjuskipið HDMS Triton royndi um middagsleitið í dag at fáa samband við Sea Shepherd skipið Sam Simon. Tað skrivar felagsskapurin Sea Shepherd Global á síni Facebook-síðu.
Ørindini hjá manningini umborð á danska verjuskipinum, var at handa manningini umborð á Sam Simon eitt bræv frá føroysk myndugleikunum. Skiparin umborð Sam Simon noktaði tó at geva HDMS Triton loyvi at nærkast Sam Simon, og boðaði frá, at hann longu hevði fingið brævið, skrivar felagsskapurin.
Aftaná HDMS Triton fekk hesi boðini, sigldi Triton, sambært Sea Shepherd, tætt framvið Sam Simon á bakborðssíðu, áðrenn skipið vendi 180 stig og sigldi burtur frá Sam Simon.
Óvist er hvat tað var fyri eitt bræv, ið føroysku myndugleikar royndu at handa skiparanum umborð á Sam Simon, men tað er ikki óhugsandi, at tað hevur samband við grindadrápi í Sandavági fyrradagin. Mett verður nevniliga, at tað var ein skjóttgangandi bátur hjá Sam Simon, ið órógvaði grindadrápið, og megnaði at rýma undan løgregluni.









