Triton til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadegi

Danska verjuskipið vitjar fer at luttaka í ymiskum tiltøkum á degnum.

Sjóneyka hevur verið sett á danska verjuskipið HDMS Triton síðstu vikurnar. Verjuskipið hevur tikið lut í verjuni av føroyska grindadrápinum, og hevur tað fingið ilt í Paul Watson og hansara stuðlum, ið meta at skipið er prógv um, at Danmark eigur lut í grindadrápinum.


Verjuskipið er tó betri umtókt aðrastaðni, og í Klaksvík eru tey glað um, at tað kemur á vitjan á Føroya Sjómannadegi.


Triton fer at luttaka í vatnkrígnum, togtoganini og hann bjóðar eisini almenninginum umborð at síggja skipið. Triton fer av aftur Klaksvík eftir sjómannsguðstænastuna sunnumorgunin.