Triton tikið russara undir Føroyum

Verjuskipið Triton tók seinnapartin týsdagin ein russiskan trolara, sum fiskaði ólógliga á Ytra Banka

 

Sjóverja

Sjóverjuskipið Triton tók russiska trolaran Istok úr Murmansk, meðan hesin tógaði 12 fjórðingar innan fyri føroyska fiskimarkið á Ytra Banka seinnapartin týsdagin.

Tað var tyrlan hjá Triton, sum varnaðist trolaran inni á føroyskum sjóøki. Triton, sum var í farvatninum fór til trolaran og setti fólk umborð.

Russiski skiparin varð biðin um at vátta positiónina. Hann váttaði at vera inni á føroyskum øki, eins og hann viðgekk at hann fiskaði. Hann varð tí biðin um at fylgja við Triton til Havnar, har málið verður latið løgregluni, sigur Færøernes Kommando.

Triton verður væntandi á Havnini við russiska trolararnum seinnapartin mikudagin, sigur Eli Lyngvej-Larsen, pressuovasti á Færøernes Kommando.