Triton eygleiðir Greenpeace

Í dag er einki likið út um, hvat politiið fer at gera mótvegis Greenpeace-skipinum Esperanza, sum er komið í føroyskt sjóøki

Allan fyrrapartin var fundur á hægsta stigi í politinum, og tí hevur verið ógjørligt at spurt, hvussu sær út suðuri í føroyska sjóøkinum, har Greenpeace-skipið Esperanza hevur ligið ikki so langt frá boripallinum West Phoenix.
Greenpeace vil ikki upplýsa, hvar skipið er, og hvagar tað skal, og skipið hevur eisini sløkt sínar sendarar, so satelitteftirlitið ikki sær, hvør kósin er hjá skipinum.
Føroyska fiskiveiðieftirlitið er ikki uppi í átakinum á nakran hátt, og Færøernes Kommando og politiið hava avtalað, at bara Karen Marie Olesen, fúti og Peter Thaysen, politiovasti, kunnu úttala seg.
Og tey hava sum nevnt sitið á fundi allan fyrrapartin.
Peter Starklint, ovasti í Mjørkadali upplýsir tó, at danska verjuskipið Triton er har suðuri í føroyska sjóøkinum. Júst hvar, vil hann heldur ikki siga. Serdeilirnar hjá danska politinum eru umborð á Triton.
Hesar serdeidir komu til Føroya við flogfarinum leygarkvøldið.
Greenpeace hevur bjóðað oljuídnaðinum av eftir oljuvanlukkuna í meksikanska flógvanum. Heimurin eigur ikki at vra so bundin av olju, sigur Greenpeace, sum seinastu dagarnar fleiri ferðir hevur mint á, at felagsskapurin ikki nýtir harðskap í stríði sínum.