Trippier til Atletico Madrid

Seinastu dagarnar hevur verið nógv tos um at Kieran Trippier nærkast einum sáttmála við Atletico Madrid.

Kieran Trippier er farin frá Tottenham til Atletico Madrid, hetta er júst kunngjørt. Nógvir stórir miðlar sum til dømis (skysports) mæla til at Trippier hevur kostað Atletico Madrid 180 milliónir krónir.

Kieran Trippier hevur seinastu fýra árini spælt við Tottenham. Hann fekk sítt gjøgnubrot í enskum fótbólti við Burnley. Trippier spældi við Burnley frá 2011 til 2015. Trippier hevur havt tað trupult seinasta kappingarárið, við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingina hjá Tottenham.

Hetta er rætta løtan hjá Trippier at skifta felag, og Atletica Madrid er eftir øllum at døma júst rætta felagið at fara til. Tottenham siga soleiðis um skifti:

-Vit takka Kieran Trippier og allari familju hansara fyri tíðina her, og vit ynska teimum alt tað besta í Spania.