Týskvøldið 24. juni spælir Trio Magnussar á Hvonn við íslendska gestasolistinum Haukur Grøndal. Trio Magnussar er ein stjórnu bólkur við okkara allar bestu ljóðføris úrmælingum, og tyskvøldið spæla teir á Hvonn.
Edvard N. Debess á bass, Rógvi á Rógvu á trummum og Magnus Johannesen á tangentum. Hesir eru eisini kendir úr øðrum bólkum. M.a eru teir allir við í bólkinum hjá Eivøri Pálsdóttir. Magnus og Rógvi spæla eisini saman við BuDam. Edvard Nyholm Debess er partur av jazzbólkinum ISFO.
Sum nakað nýtt og sera spennandi verður ein gestasolistur við teimum. Tað er íslendingurin Haukur Grøndal, ið leikar á saxofon. Haukur er í løtuni tann navnframasti saxofon og klarinett spælarin í Íslandi. Hann er í hesum døgum í Føroyum og leikar við Tórshavnar Stór Band, og í hesum sambandi býr hann á Hvonn. Tí liggur sera væl fyri hjá honum at spáka sær niður í >>the jazz lounge<< í annaðkvøld.
Til ber at vitja heimasíða hansara á www.haukurgrondal.com










