Trio de Prima Veraaftur á ferð

Tveir triðingar av Trio de Prima Vera eru aftur á ferð ­ Monika S. Joensen og Stamen Stantchev, sum nú kalla seg Primavera. Tey fara at halda tvær konsertir um eina góða viku við sera fjøltáttaðari skrá við verkum eftir Bach, Mozart, Vaughan Williams. Frá okkara øld eru verk eftir Dangla, Messiaen og ungu lettisku damuni Indru Rise (fødd í 1961).

Konsertirnar verða í skúlunum ávikavist á Skála og í Leirvík, leygardagin og sunnudagin 21. og 22. juni kl. 15.30.

Sum eitt ískoyti til konsertirnar sýnir listamaðurin sámal Toftenes fram sínar málningar. Høvi er hjá fólki at skoða myndirnar, keypa ella evt. bíleggja sær eitt listaverk.