Trine avlærd sum bygningsmálari

Í dag, leygardagin 20. august 2005, er Trine Ørvarodd í Havn avlærd sum bygningsmálari hjá Málarameistaranum Una Zachariassen í Hoyvík.
Lærumeistari var Uni Zachariassen.

Trine er donsk, ættað úr Århus, og flutti til Føroya fyri fýra árum síðan, tá hon fór í læru sum málari. Hon trívist væl í málarafakinum, og á tekniska skúlanum í Århus fekk hon bronsu fyri næstbesta karakterin í klassanum.
Hon er fyrsti kvinnuligi málari, sum hevur tikið sína útbúgving hjá føroyskum lærumeistara.

Trine er 20 ára gomul og er gift Finn Ørvarodd í Havn.

Í løtuni er Trine við í arbeiðinum at mála Hotel Tórshavn í Tórsgøtu í Havn.