Trilvandi stýrisformaður

17 dagar eftir, at nýggjárssendingin varð send, sendi stýrið fyri Kringvarpið út eitt skriv við fýra setningum, sum sigur teirra hugsan um útskeldaðu sendingina

Fyrst segði Rúni Heinesen, at føroyingar fóru at fáa eina fína nýggjárssending. Tað var tann 27. desember. Sendingin varð send gamla árskvøld – og hon var ikki serliga fín, sum stýrisformaðurin annars hevði lovað.

 

 

Ikki fyrr enn 10. januar eydnaðist tað Miðlahúsinum at fáa fatur á Rúna Heinesen. Tá var tað ein ógvuliga fáorðaður stýrisformaður, sum vísti til skrivið, sum Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, hevur sent miðlunum tann 8. januar. Tó segði stýrisformaðurin tá, at blandði av undirhaldi og aktualiteti í sendingini var óheppið.

 

- Tað var ikki nóg greitt skott millum undirhalds- og aktualitetspartin, segði Rúni Heinesen tann 10. januar.

  

Henda útsøgn stendur í beinari andsøgn við skrivið frá leiðslu Kringvarpsins, sum Rúni Heinesen annars sjálvur vísti til. Í hesum skrivi ger Dia Midjord millum annað greitt, at sáttmálin millum sp.f. Fjølvinna og Kringvarp Føroya segði, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitetspartin og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitetspartinum.

 

»Eftir okkara tykki var greitt mark millum hesar partar í sendingini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjóndar í aktualitetspartinum«, stendur at lesa í skrivinum frá Dia Midjord.

 

Sostatt førdi stýrisformaðurin tann 10. januar fram, at hann var ósamdur við tað, sum stjórin fyri Kringvarp Føroya í almennum skrivi segði riggaði í nýggjárssendingini.

 

Tvær vikur eftir, at ein tann mest umrødda og útskeldaða sjónvarpssendingin varð víst í føroyskum sjónvarpi, settist stýrið fyri Kringvarp Føroya kring fundarborðið, har millum annað nýggjárssendingin varð viðgjørd. 

 

Tá hevði stjórin í Kringvarpi Føroya seks dagar frammanundan kent seg noyddan til at senda út eitt alment skriv, har hann gjørdi púra greitt, at nýggjárssendingin ongantíð aftur verður skipað eftir sama leisti.

 

Dagin eftir stýrisfundin, tann 15. januar, lovaði Rúni Heinesen, at eitt skriv skuldi verða sent fjølmiðlunum seinni sama dag. Men hetta skrivið kom ikki henda mikudagin. Orsøkin var, at allir stýrislimir skuldu góðkenna hvønn stav í skrivinum, áðrenn tað varð sent út. Tað boðaði Rúni Heinesen seinni sama dag, sum hann hevði sagt, at skrivið skuldi koma. 

 

Men í gjár sendi Rúni Heinesen so skrivið. Eitt skriv við fýra setningum, sum ikki sigur annað enn tað, Rúni  Heinesen frammanundan hevði greitt frá. Skrivið er soljóðandi:

 

»Kringvarpsstýrið hevur viðgjørt og eftirmett tilgongdina við sjónvarpssendingini, sum var gamlaárskvøld. Sendingin hevur verið fyri atfinningum, tí ivi er sáddur um óheftnið hjá Kringvarpinum.

Stýrið og stjórin í Kringvarpi Føroya eru samd um, at tað var ein skeiv avgerð av stovninum  at góðtaka, at kommunur fingu høvi at keypa seg inn í sendingina, tí tað er ikki í samsvari við andan í kringvarpslógini og reglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Í kringvarpslógini grein 8, stk. 5 stendur, at kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering«.

 

Tíðindaskrivið, sum stýrið ikki kundi lata frá sær fyrr enn 17 dagar eftir, at sendingin var at síggja fyrstu ferð, sigur einki, sum almenningurin ikki frammanundan visti. Fyrsta regla er ein staðfesting av, at stýrið hevur havt fund og viðgjørt málið. Onnur regla fortelur, at sendingin hevur verið atfinningum, tí ivi er sáddur um óheftnið hjá Kringvarpinum. Tað er bara partvíst rætt, tí tað er ikki einansta orsøkin til, at sendingin hevur verið fyri atfinningum, men ein av mongum orsøkum.

 

Triðji setningur staðfestir so tað, sum Rúni Heinesen kundi fortelja mikudagin 15. januar, tá hann segði soleiðis við in.fo:

- Kommunur skulu heldur ikki sleppa at keypa seg inn í sendingar við stuðli. Hetta og annað í sendingini er ikki í tráð við reglurnar um góðan fjølmiðlasið.

 

Og síðsti setningur í tíðindaskrivinum er ein tilvísing til lógarverkið fyri Kringvarpið, sum stuðlar undir niðurstøðuni hjá stýrinum og stjóranum hjá Kringvarpi Føroya. Ein niðurstøða, sum Rúni Heinesen tó hevði givið alment til kennar tveir dagar fyri, at tíðindaskrivið varð sent.

 

Soleiðis hevur stýrið fyri Kringvarp Føroya sent út eitt skriv, sum einki nýtt segði. Tey fyrihalda seg til eitt kritikkpunkt, spurningin um óheftni, men hinar atfinningarnar og spurningarnir, sum sendingin reisti, koma tey ikki inná, umframt at tey heldur ikki umrøða tær atfinningar, sum sjálvur stýrisformaðurin hevur ført fram og sum siga, at tað var ikki nóg greitt skott millum undirhalds- og aktualitetspartin.