Tað er nakað eftir á mál, áðrenn fólk av sama kyni kunnu fáa pappír uppá hvønn annan.
Tað vísti spurnarumfarið hjá Sosialinum fríggjadagin, og tað staðfesta tveir av uppskotsstillarunum eisini ídag.
- Vit kenna premissuna, men vit vóna bara, at besta argumentið vinnur til seinast, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna úr Tjóðveldi.
Higartil tryggjar hennara flokkur uppskotinum bara fimm atkvøður, meðan Páll á Reynatúgvu stendur uttanfyri.
Tjóðveldi helt eykafloksting í Haraldssundi um vikuskifti. Stevnumið floksins skulu endurskoðast, og spurningurin um rættindi hjá samkyndum vóru eisini umrødd. Men framvegis hevur flokkurin ikki eina felags støðu.
- Nei, eg má bara staðfesta, at framvegis eru ymiskar meiningar í okkara flokki, sigur Bjørt Samuelsen og leggur afturat:
- Tað er ein orsøk til, at tað eri eg og ikki flokkurin, sum leggur fram uppskotið. Flokkurin hevur ikki eina felags støðu til henda spurningin.
Sama støða ger seg galdandi í Javnaðarflokkinum. Sambært spurnarumfarinum hjá Sosialinum stillar hennara flokkur higartil bara við trimum atkvøðum fyri uppskotinum.
- Ja, eg noyðist at virða støðuna hjá hvørjum einstøkum tinglimi. Flokkurin hevur ikki eina felags støðu til henda spurningin, og tá stendur tað tinglimum frítt at atkvøða. Og tað má eg so sjálvandi virða, sigur Rigmor Dam.
Hóast løgtingskvinnan sjálv staðfestir, at flokkurin ikki hevur eina felags støðu til málið, so ætlar Rigmor Dam sær ikki at seta málið á dagsskrá fyri á tann hátt at noyða flokkin at taka eina felags støðu.
- Persónliga hevði eg ynskt, at Javnaðarflokkurin hevði eina felags støðu. Men nei, eg fari ikki at krevja flokkin eftir tí, sigur Rigmor Dam og heldur fram:
- Eg trúgvi, at upplýsing er vegurin fram. Tí við upplýsing hvørva fordómarnir og tí arbeiðir tíðin fyri okkum.
Eitt stig
Tað eru sum nevnt tríggir einstakir løgtingslimir, sum leggja fram lógaruppskotini, ið skulu tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga. Tó ger Poul Michelsen varug við, at hann leggur uppskotið fram vegna sín flokk. Og tí er tað støðan hjá Framsókn, at hesi rættindi skulu tryggjast.
Men spurnarumfarið hjá Sosialinum millum løgtingslimir vísir, at í løtuni eru bara níggju atkvøður fyri uppskotinum. Allar atkvøðurnar eru úr andstøðuni, meðan samgongulimir sambært løgmanni hava bundið seg til ikki at atkvøða fyri uppskotinum.
Kortini hava uppskotsstillararnir ikki mist mótið.
- Fyri okkum hevur tað týdning at málið verður viðgjørt. At vit fáa hol á kjakið. So hóast tað ikki verður samtykt hesuferð, so kann tað verða lagt fram aftur eina aðruferð, sigur Bjørt Samuelsen.
Rigmor Dam er púra samd.
- Hóast tað er líkt til, at hetta uppskotið ikki verður samtykt, so haldi eg meg síggja eitt rák í løgtinginum, har fleiri og fleiri tinglimir taka undir við at tryggja samkyndum somu rættindi sum onnur hava í okkara samfelag, sigur Rigmor Dam.
Løgtingskvinnan heldur fram:
- Tað vera tó ikki vit trý, sum bera hetta ígjøgnum. Stríðið verður vunnið í kjakinum kring døgurðaborðið og í stovunum kring landið. Tað er har, at upplýsing skal vinna á fordómunum. Í so máta er okkara uppskot eitt stig á leiðini til at mýkja málið, sigur Rigmor Dam.
Samgongan
Bæði Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam eru vónbrotnar av, at samgongulimir verða bundin av einari avtalu inni í samgonguni, nú málið kemur til viðgerðar.
Við Sosialin fríggjadagin segði Kaj Leo Holm Johannesen, at samgongan hevur eitt samgonguskjal at arbeiða út frá.
- Hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgongni at viðgera tað og taka eina felags støðu, segði løgmaður og gjørdi samstundis greitt, at samgongulimir verða ikki fríttstillað til at atkvøða eftir sínari sannføring, eins og viðhvørt verður gjørt í sonevndum ”etiskum málum.”
- Nei, tað verður ikki talan um at fríttstilla samgongulimir. Samgongan kemur at tosa saman og taka eina felags støðu til málið, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Sosialin fríggjadagin.
Ein útmelding, sum ikki fellur í góða jørð hjá uppskotsstillarunum.
- Tað er ein ”fallit-erklæring” frá samgonguni, sigur Rigmor Dam avgjørd um støðuna hjá løgmanni.
Hon heldur tað vera ein óskikkur, at lítlir minnilutar reelt sleppa at blokera einari tingviðgerð.
- Men hóast samgongan og løgmaður hava gjørt av, at tey tíma ikki at tosa um rættindi hjá samkyndum, so skal tað so ikki forða okkum í at tosa um tað, sigur Rigmor Dam.
Bæði Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen halda lítið um argumentið hjá løgmanni, ið førir fram at talan er um eitt andstøðuuppskot um eitt mál, sum ikki er partur av samgonguskjalinum:
- Tað er eitt løgið argument. Eitt slíkt uppskot kemur ongantíð frá nakrari samgongu, tí har vilja altíð vera blokerandi minnilutar. Men eitt parlament má sleppa at viðgera eitt mál, sum snýr seg um grundleggjandi rættindi hjá einum samfelagsbólki, sigur Bjørt Samuelsen.
Fyrsta viðgerð í løgtinginum av lógaruppskotunum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga verður væntandi í næstu viku.











