Trillitúrur

Skuldi onkur í Vestmanna sæð ein lukkuligan StÍF?ara trilla sær ein túr við barnavogni sunnumorgunin, skuldi ikki verið stórvegis ivi um, hvør hesin var.
Sveinbjørn Poulsen hevur í ár verið hjálparmaður á beinkinum hjá StÍF, men gerandisdagarnar er hann í Vestmanna hjá familju síni.
Og hann ivaðist ikki, tá vit spurdu han, um hann ætlaði sær ein gongutúr ígjøgnum bygdina sunnudagin.
- Ja, tað er so bumbusikkurt. Eg fari við barnavogninum, og eg ætli mær at ganga við akkurát hálvari ferð av tí, sum eg plagi, so eg kann vera vísur í hitta so nógv fólk sum gjørligt, segði hann við einum smíli.