Komandi vikuskiftið verður forkunnug sang- og tónleikavitjan.
Tríggir barytonar úr Svøríki, Bo Wallenberg, Mikael Järlestrand og Mikael Joumé koma til Føroya fríggjadagin 10. januar. Mikael Joumé er aðalskrivari hjá Skandinavisku barnamissiónini, meðan Bo Wallenberg er leiðari fyri barnamissiónini. Millum tað forkunnuga er vert at nevna, at Mikael Joumé hevur drúgvar royndir sum operasangari í operahúsinum í Malmø. Mikael Järlestrand hevur drúgvar royndir sum sangari í kristiliga umhvørvinum í Svøríki, og hevur ferðast víða og sungið.
Á sangskránni hjá teimum trimum barytonunum eru kristiligir sangir, sum hava verið kendir í kirkjum og samkomum í eitt langt mannaminni. Bo Wallenberg undirstrikar, at talan er um góðar, gamlar klassikarar í nýmótans tónleikabúna. Jan Zachariassen av Argjum, sum býr í Malmø, er millum teir fýra dugnaligu tónleikararnar, sum eru við í ferðalagnum, sum kemur til Føroya.
Teir tríggir barytonarnir fara at hava tríggjar konsertir á Føroya-vitjanini. Á øllum konsertunum verður savnað inn til hjálpararbeiðið hjá Skandinavisku barnamissiónini, og tí hevði verið gott, um fólk hugsaðu um at hava reiðan pening við til konsertirnar.
Fríggjakvøldið kl. 20 syngja teir tríggir barytonarnir í Kelduni í Skálabotni, leygardagin kl. 17 syngja teir í Deplinum í Skálavík, og sunnukvøldið kl. 20 syngja teir í “Fríkirkjuni Oasan” í Hoyvík.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Bo Wallenberg um teir tríggjar barytonarnar og arbeiðið hjá tí Skandinavisku Barnamissiónini.