Tríggjar umsóknir til trý læknastørv

Landssjúkrahúsið hevur sókt eftir trimum læknum seinastu tíðirnar og umsóknarfreistirnar eru nú úti.

 

Til eina starvið sum serlækni í giktsjúkum var eingin umsøkjari.

- Onkur var, sum vísti áhuga í starvinum, men tá ikki fulla tíð. Vit royna nú at finna onkra aðra loysn á hesum økinum, sum tryggjar sjúklingum okkara eina góða tænastu, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.

 

Hini bæði leysu størvini vóru sum røntgenlækni. Til hesi størvini eru tríggjar umsóknir komnar.

- Setanartilgongdin er farin í gongd og vit hava longu í dag havt samrøður við onkrar av umsøkjarunum. Talan er um tríggjar umsóknir úr útlandinum, sigur Johnny í Grótinum.