Tríggjar rakettir eru í dag skotnar úr Libanon móti Ísrael. Tað upplýsir borgarstjórin í einum marknabýi sambært ísraelsku sjónvarpsstøðini Kanal 13.
Ísraelski herurin váttaði stutt eftir á Twitter, at tað eru skotnar tríggjar rakettir um markið frá Libanon og móti norðrara parti av Ísrael.
Rakettirnar lendu í Miðalhavinum og gjørdu ongan skaða hvørki á fólk ella ognir, upplýsir herurin.
Eitt eygnavitni í ísraelska havnarbýnum Haifa sigur, at hon hoyrdu trý bldur, stutt áðrenn tíðindini komi um, at rakettir vórðu sotnar.
Enn er einki frætt frá stjórnini í LIbanon ella frá valdsmikla Hizbollah-rørsluni.
Partar av Libanon eru undir valdinum hjá Hizbollah, ið eins og Hamas er ein av meginfíggindunum hjá Ísrael. Sum Hamas hevur Hizbollað eisini áðurverið í blóðugum kríggi ímóti Ísrael í 2006.
##ms##
Umframt Hizbolla hava eisini nakrir smærri, palestinskir bólkar í Libanon áður skotið ímóti Ísrael.
Eingin hevur enn átikið sær ábyrgdina fyri álopinum. Ein libanesisk trygdarkelda sigur, at rakettirnar vórðu sendar úr einum økið sunnan fyri býin Tyre í syðra parti av Libanon. Men keldan sigur tó einki um, hvør stóð handa álopið.
Ongar sirenur fóru í gongd av álopinum, ið vanliga ávara ísraelar um, at rakettir eru á veg.
Ísraelski herurin sigur, at tað er »eftir bókini«. Framkomna ísraelska loftverjan ignorerar rakettir, sum hava kós ímóti havinum ella økjum, har eingin býr.
Rakettirnar úr Libanon vóru skotnar, júst sum striðið millum Hamas í Gaza og Ísrael aftur er kyknað og nú er verri, enn tað hevur verið í fleiri ár.
Minst 85 fólk eru deyð í ísraelsku loftálopunum ímóti Gazageiranum. Millum tey deyðu eru 18 børn og átta kvinnur.
Ísraelsmegin eru sjey fólk deyð, teirra millum ein fimm ára gamal drongur.
/ritzau/Reuters












