Tríggjar nýggjar Vetrarøl

“Lundi á Jólanátt” er siðbundna jólaølin frá OY, sum nokkso nógv hava smakka her í novembur og desembur.

Tað skrivar bryggjaríið Oy í tíðindaskrivi:

 

– Vit vilja tó gjarna bjóða meiri, enn bara eina jólaøl frá okkum í ár.

 

Vit hava bryggja smærri nøgdir av serøl til jóla, sum vit eisini kalla Vetrarøl.

 

Amaretto Sour 

 

“Multo Bene”, ein súr øl, ein “Sour Beer” sum ikki er so súr kortini, men heldur mild og frísk, við einum italskum likør smakki. Jólalig og øðrvísi.

 

Trífalduru Belgiari

 

“Ein krút strek” øl, klassisk “triple belgium beer”, ein sterk øl sum smakkar av nógvum, kanska tann føroyska ølin sum er best afturvið røstum kjøti.

 

Reyður Beligari

 

Ein væl krydda reyð eyl, “Spicy Belgium Red Ale”, frálík jólaøl, einsamøll ella aftur við føroyskum mati ella traditionellum jólamati.

 

Fáast í dós ella á krana, í Sjoppuni á OY á Hálsi ella í Rúsuni.

 

Gleðilig Jól, skrivar bryggjaríið OY í tíðindaskrivi.

 

##med2##

 

##med3##