Tríggjar kommunur lægri skattainntøkur

Allar uttan tríggjar kommunur fáa meiri inn í skatti í ár enn í fjør.

Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna og Húsavíkar kommuna eru einastu kommunurnar í landinum, har skattainntøkurnar eru lægri í ár enn í fjør. Tað vísa seinastu hagtølini frá TAKS.

 

Ringast stendur til í Húsavíkar kommunu, har skattainntøkurnar higartil í ár eru heili 322.356 krónur lægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 12,42 prosent.

 

Hjá Eiðis kommunu er afturgongdin 98.356 krónur ella 0,66 prosent, meðan hon hjá Kvívíkar kommunu er 73.734 krónur ella 0,5 prosent.

 

Størstu framgongdina hevur Tórshavnar kommuna, um vit nýta absolutt tøl sum virði. Skattainntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu eru 22,4 milliónir krónur hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tað eru 4,51 prosent. Næsta kommunan er Runavíkar kommuna, sum fekk 4,1 milliónir krónur hægri inntøku, sum eru 4,37 prosent, og síðani Eystur kommuna, sum hevur vunnið 3,9 milliónir krónur meiri inn í skatti í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør, tað eru 7,74 prosent.

 

Hyggja vit at lutfalsligu broytingunum er listin nakað annarleiðis. Tá er tað Hovs kommuna, ið hevur uppliva størstu framgongdina. Skattainntøkurnar í Hovi eru voksnar við 16,54 prosentum, ella 417.422 krónur. Í Kunoyar kommunu eru inntøkrunar voksnar við 16,29 prosentum, tað eru 445.696 krónur. Á triðja plássi kemur Fugloyar kommuna, har skattainntøkurnar eru vaksnar við 12,82 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør, tað eru 131.555 krónur.

 

Hægstu skattainntøkurnar hevur sum vera man Havnin, við sínum stívliga 497 milliónum krónum, meðan Skúvoyar kommuna hevur fingið 954.669 krónur inn í skatti higartil í ár, sum er ein framgongd upp á 2,5 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Allur listin yvir skattainntøkurnar hjá kommunum er at síggja her.