Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan frá bussførara um, at nakrar gæs og ein veðrur lógu yvirkoyrd á vegnum nakað norðanfyri skjótibreytina hjá Byrsumúla.
Hetta var á landsvegnum millum skjótibreytina í Sandvíkum norðan fyri Hvítanes og Sandvíkarhjalla.
Eftir fráboðanina fór løgreglan á staðið, og her lógu tvær deyðar og ein hálvdeyð gás, og her lá eisini ein svartur veðrur yvirkoyrdur og deyður.
- Veðrurin varð merktur, og vit funnu fram til eigaran, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.
Seinni um kvøldið ringir ein bilførari til løgregluna og sigur, at hann fyrr um kvøldið hevur koyrt á tríggjar gæs.
- Bilførarin segði seg einki vita um veðrin, sum eisini var yvirkoyrdur, og tískil vita vit ikki í løtuni, um talan er um annan bilførara, sum hevur koyrt á veðrin, legði vaktleiðarin aftrat.