Tríggjar fráboðanir um harðskap á ólavsøku

Serliga í tí eina førinum var talan um grovan harðskap

Hóast tað, sum so, var friðarligt á ólavøku, hevur løgreglan kortini fingið tríggjar fráboðanir um harðskap og serliga í tí eina førinum var talan um rættiliga grovan harðskap. Tað var í miðbýnum í Havn mitt í nátt, at ein maður varð sparkaður í høvdið. Hann fór á Landssjúkrahúsið, har hann varð seymaður aftur.

 

Fleiri vitni vóru til hendingina og løgreglan veit hvør gerningsmaðurin er. Hann er handtikin og verður avhoyrdur í morgun.

 

Í einum øðrum føri fekk ein maður framman á, og eisini í hesum føri veit løgreglan, hvør gerningsmaðurin er og tað málið verður eisini kannað. Og í tí triðja førinum hevur ein maður ringt til løgregluna at boða frá, at hann ætlar at melda ein annan fyri harðskap, tí hann hevði fingið framman á.

 

Í einum føri fekk ein maður bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar, tí hann var ólátaður í miðbýnum.