Tríggjar forkunnugar konsertir í Perluni

Skansabigband og sangarar úr Experiment fara at framføra saman í samband við konsertferð

Í samband við eina konsertferð í Danmark saman við kórinum Xperiment, skipar Skansabigbandið fyri konsertum í Perluni í Havn. Stuðli orkestrinum- og kom til eina spennandi konsert har ungir dugnaligir musikkskúlanæmingar fara at framføra føroysk bigbandverk.

Konsertirnar verða í kvøld klokkan 20.30, og leygardagin klokkan 16 og klokkan 20.30. 

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Rógva á Rógvu, tónleikaraleiðara og Sigrið Sivertsen, kórleiðara um Danmarkarferðina hjá Skansabigband og limum í Xperiment, og um hvat verður á skránni til tær tríggjar konsertirnar í Perluni í Tórsgøtu í Havn.