Av tí, at viðlíkahald verður gjørt á vatnveitingina, hava tríggjar bygdir í Sunda kommunu einki vatn í nátt.
- Skrúvað verður fyri vatnveitingini við Norðskála, Oyrarbakka og Oyri frá klokkan 21 í kvøld til í nátt klokkan 04.
Sunda kommuna veit at siga, at orsøkin til vatnloysi í hesum bygdum í nátt er, at viðlíkahald verður gjørt á vatnveitingina til bygdirnar.
|










