Tríggjar broytingar á landsliðnum

Jákup B. Andreasen og Sonni Ragnar Nattestad verða ikki við móti Likenstein

Føroyska landsliðið venur í dag á Tórsvølli, undan venjingarlandsdystinum móti Likenstein, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Tað eru tríggjar broytingar í hópinum.

 

Jákup B. Andreasen úr KÍ og Sonni Ragnar Nattestad úr írska Dundalk verða ikki við. Nýggjur í hópinum er Heðin Hansen úr HB.

 

Jákup B. Andreasen, sum byrjaði inni móti Íslandi, er upptikin av próvtøku, meðan Sonni Ragnar Nattestad hevur ein snudd í tjúkkanum, sum ger at landsliðsvenjarin hevur latið hann farið aftur til Dundalk.

 

Nýggjur í hópinum er Heðin Hansen úr HB. Miðvallarin var upprunaliga í hópinum, men mátti geva avboð vegna sóttarhald. Hann er nú komin í venjing aftur og landsliðsvenjarin hevur víst á eitt ynski, um at síggja hann á verjukenda miðvøllinum.