Tríggjar atkvøður ímóti Sólju

Andstøðan royndi í morgun at útseta atkvøðugreiðsluna um at lata Sólju í Ólavsstovu sita sítt triðja skeið sum løgtingsins umboðsmaður.

 

Vísandi til grein 50 stk 2 í tingskipanini, vildi andstøðan hava atkvøðugreiðsluna útsetta. Greinin sigur, at tá løgtingið skal velja fólk í ein sess, kunnu seks tinglimir biðja um at atkvøðugreiðslan verður útsett.

 

Páll á Reynatúgvu valdi tó, eftir at hava ráðført seg við løgtingsins umsiting, at avvísa umbønini frá andstøðuni. Umsitingin metti, at hendan greinin er galdandi, tá fólk vera skotin upp til val á tingfundi, meðan í hesum føri er eittans valevni, og tí er øllum greitt, hvør stendur fyri vali.

 

Eftir at hava hoyrt atfinningar frá formonnunum í Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sambandsflokkinum, sendi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, málið til atkvøðugreiðslu.

 

Siðvenja er, at umboðsmaðurin er einmalt samtyktur, tí viðkomandi skal umboða alt løgtingið. 

 

Hesaferð vóru 22 atkvøður fyri, 8 blankar og tríggjar ímóti. Sólja í Ólavsstovu er sosatt sett sum Løgtingsins Umboðsmaður í fimm ár afturat.