Tá tann seinasti British Aerospace flúgvarin hjá Atlantsflog er farin úr flotanum seinast í augst, fer felagið bara at flúgva við Airbus A319. Felagið hevur trý Airbus flogfør, men ein teirra er leigaður út til íslendska lágprísflogfelagið Wow Air. Avtalan við íslendska flogfelagið gongur út um hálvan september.
– Vit eru fegin um hendan sáttmálan, tí hann gevur okkum aftur tað, sum vit hava mist í altjóða charter, sigur Jørgen Holme, stjóri í Altantsflog, sum sipar til ófriðin í Egyptalandi, sum førdi til, at flúgvingin fyri Atlantis Rejser miseydnaðist.










