Tríggir trolbátar landa mánadagin

Í gjár, tá Fiskamarknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiska havtasku.

Allir partrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur. Nakrir hava lagt til jóla. 

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Hann kemur ætlandi inn at landa síðst í næstu viku. Trolarin fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu. 

 

Í gjár, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiska havtasku.

 

- Væntandi landa allir bátarnir mánadagin, sigur Fiskamarknaður Føroya.