Á tingfundinum í dag er eittans mál á skránni: Framløga. Tingfundurin verður klokkan 14.
Í morgin er aftur aftur fundur, hann verður klokkan 14, og har er eisini eittans mál á skránni, tað eru munnilgir fyrispurningar, sum saktans kann gerast ein drúgvur fundur, alt eftir, hvussu nógv tingfólk hava at spyrja um.
Hósdagin klokkan 11 er aftur tingfundur við fýra málum á skránni.
1 1. viðgerð LM-053/2024: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin). Tað snýr seg um lægri skattaprosent fyri vanliga kolvetnisinntøku, sum er eitt mál, sum Beinir Johannesen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Bárður á Steig Nielsen Eyðdis Hartmann Niclasen Jenis av Rana Steffan Klein Poulsen hava lagt fyri tingið.
2 1. viðgerð LM-054/2024: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva fartelefon/snildfon í fólkaskúlanum. Tað er mál, sum Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur lagt fram.
3 1. viðgerð LM-055/2024: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin). Tað snýr seg um undantak fyri ávísar persónar, fevndir av norðurlendska tvískattasáttmálanum og norðurlendsku sosialkonventiónini at rinda skatt. Tað er uppskot, sum Beinir Johannesen Jacob Vestergaard Jørgen Niclasen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Árni Skaale Bárður á Lakjuni hava lagt fram.
4 Umrøða av spurningi SS-004/2024 - Broytingar í elveitingarlógini. Tað er fyrispurningur frá Helgi Abrahamsen, løgtingsmanni.











