Tríggir tilburðir við koronu í gjár

31 fólk eru nú smittað við koronu í Føroyum

Koronukanning í hølunum hjá Smyril Line á Eystaru Bryggju í Havn

Í gjár vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Allir tríggir persónar eru smittaðir í Føroyum, og smittudeldan er kend.

 

909 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 31 smittað í Føroyum.

 

Nú eru 31 fólk staðfest smittað við koronu, og 227 eru í sóttarhaldi.

 

Tilsamans hava 1.035 fólk nú verið staðfest smittað við koronu. 1.002 er vorðin frísk aftur.

 

##med2##

 

 

 

Koronukanning í hølunum hjá Smyril Line á Eystaru Bryggju í Havn