Mánadagin tóku tríggir nýggir stjórar og ein landsstýrismaður við starvi í Undirvísingar- og Mentamálum.
Talan er um teir tríggjar deildarstjórarnar, Jóannes Dalsgaard, sum umsitir mentamál, Rúnu Hilduberg, sum umsitir Vinnu- og Mið-námsskúlar, og Hensar Ellingsgaard, sum umsitir Fólkaskúlan og annað, sum sagt verður í bygnaðaryvirlitinum.
Umframt varð ein nýggjur landsstýrismaður á økinum »presenteraður.«
Tað er Ivan Johannesen, sum hevur yvirtikið mentamál, nú Sámal Petur í Grund ikki er landsstýrismaður meira.
Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, greiddi frá samanleggingini av umsitingini í Tinganesi og Landsskúlafyrisitingini, sum nú ikki er til meira.
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í millum øðrum undirvísingarmálum, segði frá, at ætlanin er at savna alt Stýrið undir eina lon. Talan verður um húsini við Hoyvíksvegin, har »Grunnarnir«, eitt nú Húsalánsgrunnurin, halda til í dag.