TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr lutakastið, sum var á Rás2 til VFF Cup, sum verður á skrá í Gundadali, leygardagin 31. januar frá klokkan 13.
Burtursæð frá KÍ verða øll hini 9 liðini í effodeildini við. Talan verður um tríggjar bólkar, sum koma at spæla á ávikavist Tórsvølli, niðari vølli og ovara vølli í Gundadali.
Bólkavinnararnir spæla finalubólk á Tórsvølli. Tveyararnir spæla miðbólk á ovara vølli, og trýararnir spæla botnbólk á niðara vølli. Hvør dystur verður 30 minuttir, so liðini fáa 4 dystir í part. Tveir í innleiðandi bólkinum, og so tveir dystir í bólkunum, har plasseringarnar verða avgreiddar.
Fyrireikararnir vænta, at liðugt verður umleið klokkan 17 leygardagin 31. januar.