Tríggir nýggir vinnukavaranæmingar fingu í gjár prógv frá kavaraskúlanum sum vinnukavarar, aftaná at teir høvdu staðið endaligu munnliga og skrivliga royndina.
Í tíðindaskrivi í dag skrivara kavaraskúlin, at tað gekk serstakliga væl hjá teimum trimum næmingum, ið allir megnaðu royndina.
Teir nýggju vinnukavararnir eru Jógvan Lisberg, Debes Sivertsen og Niels Á Reynatúgvu.









