Tríggir nýggir nevndarlimir

Nú er nýtt stýri valt fyri Kringvarp Føroya

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya, sum tekur við 1. januar 2015.

Tey, sum nú skulu manna stýrið fyri kringvarpið, eru:  

Rúni Heinesen, akademiverkfrøðingur, sum Bjørn Kalsø hevur afturvalt til formann.

Hjalmar Hansen, cand.merc.jur. – eftir tilmæli frá politisku flokkunum, sum  landsstýrismaðurin hevur afturvalt til næstformann.

Gunvá við Keldu, grafonom – eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Aibritt á Plógv, løgfrøðingur – eftir avgerð landsstýrismansins.

Katrin Petersen, journalistur – eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Theodor E. D. Olsen, sóknarprestur - eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Kári Sólstein, miðlafólk – eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya

 

Varalimirnir eru: 

Eyðhild Skaalum, løgfrøðingur – eftir avgerð landsstýrismansins.

Anja Rein, bankalærd – eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Rói B. Poulsen, sølumaður – eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Uni Næs, dómpróstur – eftir avgerð landsstýrismansins.

Dorit Hansen, ritstjóri – eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Veronika Petersen, lærari  – eftir tilmæli frá politisku flokkunum,

Carsten Arnskov, miðlatøkningur – eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya,

 

Stýrið tekur við 1. januar 2015 og situr í fýra ár.  

Nývald í stýrið eru Gunvá við Keldu og Aibritt á Plógv, sum eru vald fyri Oddvá Nattestad og Miu Petersen.

Nýtt starvsfólkaumboð er Kári Sólstein, sum er valdur fyri Karsten Arnskov.

 

- Stýrið er ovasta leiðslan fyri Kringvarpinum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemið hjá stovninum verða fylgdar.

Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra, sum hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.