Tríggir nýggir á U21 landsliðnum

U21: Landsliðið er úttikið til U21 landsdystin móti Montenegro

Týsdagin 9. september spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankapping, tá Montenegro kemur á vitjan á Svangaskarði á Toftum. Men tað eru heldur øðrvísi fyrireikingar, ið venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava at arbeiða undir til dystin ímóti Montenegro.

 

- Átta av teimum 11, ið vanliga byrja á vøllinum tá U21-liðið spælir, eru við A-landsliðnum hesaferð. So alt eftir hvørjar Lars Olsen velur at brúka í dystinum ímóti Finnlandi tveir dagar frammanundan, kunnu vit leggja okkara dyst til rættis ímóti Montenegro, sigur Bill McLeod Jacobsen við fsf.fo.

 

Í fyrsta umfari hava venjararnir úttikið 25 leikarar, til EM-undankappingardystin ímóti Montenegro.

 

Føroyski hópurin:

Pál M. Joensen, Teitur M. Gestsson, Tróndur Jensen, Rene S. Joensen og Poul Ingason, HB

Jógvan Skeel Nolsøe og Beinir Ellefsen, AB

Hallur Hansson, Heðin Hansen og Bárður Hansen, Víkingur

Andrias Eriksen og Hørður Askham, B36

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, FC København (DEN)

Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DEN)

Árni Frederiksberg, NSÍ

Teitur Olsen og Rógvi Joensen, TB

Bogi R. Petersen, Hallgrím G. Hansen og Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF

Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Sørmundur Kalsø og Ivan Joensen, KÍ

Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)

 

Av hesum eru tríggir, ið ongantíð fyrr hava verið partur av U21-landsliðnum. Teir eru Teitur Olsen, Andrias Eriksen og Jógvan Skeel Nolsøe.

 

- Montenegro er nummar 2 í bólkinum, so tað er einki at ivast í, at tað verður eitt gott lið, sum vit skulu spæla ímóti. Men líka mikið hvørjar leikarar vit senda á vøllin, so skulu teir nokk geva Montenegro ein skarpan gang, og eg vænti eisini eitt gott úrslit, sigur Bill McLeod Jacobsen við fsf.fo.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Montenegro verður á Svangaskarði á Toftum, týsdagin 9. september, kl. 17:00.