Tríggir mans vóru ótrúliga hepnir

Teir vóru í ógvusligum ferðsluóhappi, men sluppu snikkaleysir

 

 

Tíðliga í morgun, beint fyri klokkan átta, varð ringt úr Vágum at boða frá, at ein bilur var farin út av.

 

Tað var ein bilur, sum kom koyrandi eftir Sandavágshálsi, men komin nakað oman ímóti Fútakletti, sá bilførarin í speglinum, at bilurin aftan fyri hann, fór út av og endaði á takinum. Hann ringdi til løgregluna, sum eisini sendi sjúkrabilar á staðið.

 

Bilurin fór í knús, men teir tríggir menninir, sum vóru í honum, vóru óvanliga hepnir, tí teir fingu at kalla ikki eina skeinu og manningin á sjúkrabilunum helt ikki, at tað var neyðugt at fáa teir á sjúkrahúsið. Løgreglan veit ikki, hví bilurin fór útav.