Myndina eigur Arktisk Kommando.

Tríggir menn saknaðir í Diskovíkini

Tað var leygardagin, at menninir fóru úr Qeqertaq og skuldu sigla til Ilulissat, men tá teir ikki vóru komnir fram í dag, varð leiting sett í verk.

 

Myndina eigur Arktisk Kommando.

Tríggir mans eru saknaðir í Diskovíkini, og Arktisk Kommando hevur í dag sett í verk leiting í økinum. Bæði Arktisk Kommando og Grønlands Politi eru við í leitingini.

 

Tað var leygardagin, at menninir fóru úr Qeqertaq og skuldu sigla til Ilulissat. Teir vóru í einari hvítari sonevndari Poca-jollu, og motorurin var ein 225 hk Suzuki.

 

Tá menninir ikki vóru komnir fram í dag, varð leiting sett í verk.

 

Sambært Arktisk Kommando hevur Aasiaat Radio sent út eini boð á kanal 16 á VHF'inum.

 

Her verða siglandi í økinum biðin um at hava eyguni eftir jolluni hjá teimum trimum, sum leitað verður eftir.

 

Ein bjargingartyrla leitar eisini á leiðini, og fyrr í dag visti Sermitsiaq at siga, at eitt challengerflogfar eisini var á veg at leita.

 

 

 

 

 

Myndina eigur Arktisk Kommando.