Tríggir mans handtiknir í ránsmálinum

Politiið hevur handtikið tríggjar mans í maskuráninum í gjárkvøldið, men teir leita framvegis.

Politiið hevur handtikið tríggjar mans í maskuráninum í gjárkvøldið, men teir leita framvegis.

 

- Tað var fráboðanin um ránið um miðdagin, sum gav eina rúgvu av afturmeldingum frá borgarum. Tað vóru til dømis upplýsingar um maskur, sum góvu okkum ábendingar, hvar og hvørjum vit skuldu leita eftir, sigur John Martin Olsen, økisleiðari.

 

Hann sigur, at teir framvegis skulu hava fatur á onkrum persónum aftrat og tosa við teir fyri at staðfesta, um aðrir eisini hava havt við ránið at gera.

 

Hann dugir tó ikki at siga, hvussu nógvum pengum ránararnir sluppu avstað við.

 

- Eg varð innkallaður frá feriu klokkan 11 í morgun, og havi sitið líka síðani við málinum, men ongastaðni havi eg sæð nakra upphædd, sigur John Martin Olsen.

 

Hann roknar við, at málinum líður so mikið væl, at talan verður um grundlógaravhoyr seinni í kvøld.

 

- Sum tað sær út í løtuni vænti eg, at tað verður í kvøld, sigur John Martin Olsen.