Tríggir mans á skaðastovuna eftir harðskap

Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í Havn í nátt

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, men tað allarmesta hevur við full fólk at gera.

- Vit hava havt rættiliga nógv at gera og fyri tað allarmesta er fyllskapur uppi í, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Nógv fólk hevur verið í býnum og nú kemur fólk allastaðni, har landfast er, til Havnar at taka lut í náttarlívinum í høvuðstaðnum. 

 

- Mynstrið, vit síggja aftur er, at tá ið tað líður út á náttina, og skeinkistøðini eru við at lata aftur, taka trupulleikar seg upp av fólki, sum vorðin ov drukkin, leggur hann afturat.

 

Í nátt hevur eisini nógvur harðskapur verið í Havn.

 

Í hesum sambandi arbeiðir løgreglan í løtuni við trimum málum um harðskap og hóast tað ikki er endaliga avgjørt, væntar vakthavandi, at verða gerningsmenninir funnir, verða teir skuldsettir í teimum málunum.

 

Talan er um tríggjar mans, sum eru slignir so illa, at teir eru endaðir á skaðastovuni. Løgreglan hevur ikki fulla greiði á, hvussu stóran skaða, teir hava fingið, men fyribils er talan um brotnar tenn og kanska hevur ein brotið nøsina eisini.

 

Teir tríggir tilburðirnir høvdu einki við hvønn annan at gera og teir tríggir harðskapsmenninir eru ikki tiknir enn.

 

- Men í hvussu so er í tveimum førum hava vit rættiliga góð spor at ganga eftir, sigur løgreglan.