Tríggir hondbóltsdystir í bestu deildunum verða spældir í dag.
Hjá monnum eru tveir dystir á skránni. Á Skála spæla StÍF og VÍF kl. 16.00, og í Kollafirði spæla KÍF og Kyndil somuleiðis kl. 16.00.
Hjá kvinnum verður bert tann eini dysturin í dag. Hann er á Skála kl. 14.30, tá ið StÍF og VÍG fara at dystast.