Tríggir HB’arar til Norra

Í næstum fara tríggir Effo-spælarar hjá HB til Norra at royndarvenja

Talan er um René Shaki Joensen, Trónd Jensen og Pál M. Joensen, sum í næstum fara til Florø SK at royndarvenja, sum spælir í triðj bestu deildini í Norra.

 

Les eisini: Teitur venur í FC Nordsjælland

 

René Shaki Joensen, Trónd Jensen og Pál M. Joensen hava allir spælt ein virknan lut í hesum kappingarárinum hjá HB, har felagið bleiv nummar tvey.

 

Talan verður um tríggjar dagar í Florø, har norska felagið og føroysku spælararnir kunnu læra hvønn annan at kenna og finna útav, sum eitt samstarv er áhugavert. Sum skilst, so skulu teir tríggir eisini venja við danska felagnum Skive aftaná royndartíðin í Florø SK er liðug.

 

Tað er framvegis fleiri ósvaraðir spurningar í HB hópinum til komandi kappingarár. Teitur M. Gestsson og Heini Vatnsdal hava luftað tankan um at fara til Danmarkar, meðan Jóan Símun Edmundsson ikki hevur longt sáttmalan enn.