Tríggir føroyingar víðari

Kristian Joensen, Sonni Ragnar Nattestad og Ári M. Jónsson byrjaðu inni og eru víðari í DBU Pokalen

Tríggir føroyingar eru víðari til triðja umfar í donsku steypakappingini. Talan er um Kristian Joensen(Lyngby), Sonna Ragnar Nattestad(AC Horsens) og Ára Mohr Jónsson(Silkeborg), sum allir byrjaðu inni í dag.

 

Krisian Joensen spældi allan dystin í málinum hjá Lyngeby, sum vann ikki minni enn 10-0 á Kalundborg, sum spælir í Danmarksseriuni. Hetta er áðru ferð, at Kristian Joensen verjir málið hjá Lyngby í DBU Pokalen, sum danska steypakappingini eitur.

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í miðverjuni hjá AC Horsens, sum vann 2-1 á útivølli móti Brabrand. Millum málskjúttararnar hjá AC Horsens var íslendski Kjartan Henry Finnbogason.

 

Ári M. Jónsson byrjaði somuleiðis inni fyri Silkeborg, sum spældi móti FC Sønderborg, ið spælir í danmarksseriuni. Silkeborg vann lættan 7-0 sigur. Ári byrjaði inni og spældi 56 minuttir, áðrenn hann bleiv útskiftur fyri Nicolaj Agger.

 

Sostatt byrjaðu allir føroyingarnir inni og vunnu.