Tríggir føroyingar við í Vendsyssel tapi

Vendsyssel hevur tapt tveir útidystir á rað, men liggur enn á uppflytingarplássi

Brandur Hendriksson spældi allan dystin, Hallur Hansson fekk teir fyrstu 55 minuttirnar í dystinum, og René Shaki Joensen kom inn í 73. minutti, tá Vendsyssel FF á útivølli tapti 1-3 ímóti FC Roskilde í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í steðginum var FC Roskilde 

 

Seinastu løtuna høvdu bæði Brandur Hendriksson og René Shaki Joensen møguleika at skora fyri Vendsyssel FF, men hvørgin tók av møguleikanum. 

 

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá Vendsyssel FF, sum seinasta vikuskiftið tapti 0-1 ímóti HB Køge á útivølli. Vendsyssel FF er tó enn á uppflytingarkós.

 

Trý tey ovastu liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini flyta upp í bestu fótbóltsdeildina komandi kappingarár, og enn liggur Vendsyssel FF á øðrum plássi við 36 stigum. Fimm stig eru niður til Silkeborg, sum liggur á fjórða plássi við 31 stigum. 

 

Vejle uttan Viljorm Davidsen tapti í dag 1-2 á heimavølli ímóti Næstved. Vejle liggur á fimta plássi við 30 stigum.

 

Komandi hósdag er oddadystur í Hjørring millum Vendsyssel FF og Lyngby, sum er oddalið við 42 stigum. Rásin TV3 Sport 1 vísir dystin beinleiðis.