Tríggir føroyingar á veg til olympisku leikirnar

Tríggir føroyingar eru millum svimjarnarnar, danir vóna at fáa við á olympisku leikunum í Brasil í 2016

 

Tað er nú greitt, at ikki færrri enn tríggir føroyskir svimjarar eru ímillum teir svimjararnir, danir vóna at fáa við til olympisku leikirnar í Brasil í 2016

Svoem.dk skrivar 11 danskir svimjarar eru úttiknir til the Great Danes í ár og næsta ár.

Her er talan um teir átta svimjararnar við flestu FINA stigum í langhyli í teimum olympisku greinunum.

 

Samstundis eru teir báðir unglingar, sum vóru teir yngstu at røkka semifanaluni ella finaluni í EJM í ár

 

Harafturat er Pál Joensen á liðnum og tað verður ikki bara mett at vera ein styrkur fyri liðið, men eisini hevur hann nógvar royndir at oysa av.

Hinir báðir føroysku svimjararnir á the Great Danes liðnum, eru Frans Johannessen, sum svimur fyri Esbjerg Svømmeklub og sum er ætttur úr Funningi og havnardrongurin, Magnus Jakupsson, í Sigma Swim í Allerød.

Teir skulu allir í kapping í Luksemburg um mánaðarskiftið januar –februar, umframt nakrar aðrar kappingar.